BirkBloggur: Ímyndin av ljótasta grammleika, portrið í Saksun, er nú burtur. Men bara gjaldsportrið og terminalurin í vinstru síðu av hesi monumentalu betong- og stálinstallatión við myndatóli og píkum omaná.
Portrið sjálvt stendur eftir á vegnum, sum longu frammanundan var eitt grefligt inntriv í lendið, sum vit allastaðni siga okkum vera so eym um, lendið, sum ferðafólk fáa skyldina fyri at fara so illa um. Lendið, sum skribentar spæla sær við yvir tolnum pappíri á skriviborðinum, helst í høvuðsstaðnum, har mest er at oyðileggja.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo