SKARV: EM-undankappingardysturin millum Pólland og Føroyar er at síggja á føroyska spælistaðnum og barrini Skarv í Keypmannahavn í kvøld kl. 20:45 danska tíð á trimum skermum. Í Warszawa í Póllandi har Føroyar spæla er næstan útselt við 58.000 áskoðarnum, sum er met fyri føroyska landsliðið. Um ikki annað so kunna føroyingar hoyrast á Skarv.
Promotarin á Skarv hevur skrivað til pólsku sendistovuna og til ymsar polskar fb-bólkar til tess at bjóða teimum pólsku fjeppunum inn á Pilestræde 43 at njóta dystin saman við føroyingum. Hettar er fyrsti fótbóltslandsdystur, sum verður vístur á Skarv. Dyrnar lata upp ein tíma áðrenn dystin, kl. 19:45.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo