Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Føroya Verkfrøðingafelag skipar hósdagin 22. august frá kl. 16.00 til 18.00 fyri politiskum kjakfundi í Smæruni í Havn. Øll við áhuga fyri verkfrøði og tøkni eru vælkomin.

Kjakast verður um samferðslu og orku á fundinum. Umboð fyri allar flokkar, ið stilla upp til løgtingsvalið, verða við. Orðstýrari verður Uni Arge.

Føroya Verkfrøðingafelag hevur sett sær fyri at varpa ljós á verkfrøði og tøkni, tí tøkniliga mennist samfelagið skjótt.

Pallborðsfundurin skal varpa ljós á og geva íblástur til, hvussu nýggj tøkni kann verða nýtt í sambandi við samferðslu- og orkuútbyggingar.

Viðlíkahald og nýgerð
Fólkatalið í Føroyum økist skjótt, og føroyingar innflyta og framleiða alsamt fleiri vørur. Fleiri og fleiri ferðast eisini millum býir og bygdir til arbeiðis og í skúla, og ferðafólkini fjølgast.

Hetta setir samferðslukervið undir trýst. Neyðugt er við nýggjum útbyggingum, men verandi samferðslukervi skal eisini viðlíkahaldast.

Eftirsleipið at viðlíkahalda samferðslukervið er stórt, hevur verið víst á. Føroya Verkfrøðingafelag spyr m.a., hvør javnvágin skal vera millum viðlíkahald og nýgerð á samferðsluøkinum, og hvussu samferðslukervið í framtíðini skal fíggjast.

Grøn orka
Við fleiri fólkum í landinum og vaksandi virksemi økist tørvurin á orku. Samstundist vilja mong, at Føroyar gerast grønar á orkuøkinum.

Í sambandi við elveiting er ein ætlan gjørd um, hvussu streymframleiðslan kann gerast grøn um góð 10 ár. Men hvussu við bilum, skipum og hita í húsum? 

Tøkni og útgerð í sambandi við orkuloysnir í føroyska veðurlagnum krevja mangan serligar loysnir. Eisini kann vera neyðugt við politiskum átøkum at fáa brúkarar at leggja um til grøna orku.

Føroya Verkfrøðingafelag spyr, hvørji átøk á orkuøkinum nú eiga at verða framd, og hvussu land og komunur skulu samstarva fyri at nærkast málinum.

Høvi at spyrja
Á fundinum fara umboð fyri politisku flokkarnar at siga sína hugsan um samferðslu- og orkuspurningar, og áhoyrarar fáa høvi at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Kjakfundurin í Smæruni er almennur, og felagið vónar, at mong nýta høvið at hoyra sjónarmiðini hjá politisku flokkunum.

Føroya Verkfrøðingafelag

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo