Tórbjørn Jacobsen á Facebook: Í gjár og í gjárkvøldið minti andstøðan meg mest um tvey lið, sum júst eru komin undan køldu brúsuni - eftir at hava spælt um triðja og fjórða plássið í kappingini.
Nú stóðu tey framvið síðulinjuni og garteraðu um tað, at tvey onnur lið, við betri kondi, kann eg ætla, høvdu kvalifiserað seg til finaluna.
Øll kendu liðuppstillingarnar áðrenn valið í fjør, spælireglurnar vóru eisini alkendar, og úrslitið var greitt.
A & B komu í finaluna og veruligi dysturin verður leiktur í hesum døgum.
Bara 3. viðgerðin er nú eftir :-)
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo