Javnaðarflokkurin hevði avlop uppá 726 tkr í fjør. Tað skal setast í mun til hall uppá 1,4 mió kr árið frammanundan, sum var valár. Lønarútreiðslurnar vóru at kalla ongar, 13 tkr. Flokkurin hevði samlaðar inntøkur uppá 1,1 mió, eitt kvink minni enn árið fyri og javnin var 7,1 mió kr sum eisini var eginognin.
Sambandsflokkurin hevði úrslit uppá 500 tkr í 2023, í mun til hall uppá 1,3 mió kr valárið 2022. Inntøkurnar vóru 1,6 mió kr, og starvsfólkakostnaðirnir vóru 731 tkr. Roknskapurin javnvigaði við smáum 600 tkr sum eisini var eginognin.
Tjóðveldi hevði 180 tkr í avlopi í 2023 í mun til hall uppá smáar 800 tkr í 2022. Ongin fekk løn, flokkurin hevði 938 tkr í inntøkum og ein javna uppá 443 tkr sum eisini svaraði til pengarnar á bók.
Úrslitið hjá Fólkaflokkinum var 239 tkr í mun til hall uppá 1,1 mió í 2022. Inntøkurnar vóru 938 tkr, ongin fekk løn og javnin við árslok í fjør var 3,4 mió kr sum eisini samsvarar við eginognina, tí ongin skuld er.
Miðflokkurin hevði 319 tkr í vinningi í fjør í mun til hall uppá 763 tkr árið fyri. Inntøkurnar vóru 467 tkr, og heldur ikki hjá Miðflokkinum fekk nakar vanliga løn fyri arbeiðið, tey gjørdu fyri flokkin. Javnin var 121 tkr.
Framsókn hevði 422 tkr í vinningi í 2023, í mun til hall á 107 tkr í 2022. Heldur ikki hjá Framsókn fekk nakar løn fyri at reka umsitigina hjá flokkinum. Javnin var 472 tkr og tað var eginognin eisini.
At politisku flokkarnir, allir uttan Sambandsflokkurin, ikki rinda teimum sum arbeiða fyri flokkin løn merkir ikki, at ongar samsýningar verða lætnar.
Flestu floksskrivarnir eru løntir av løgtinginum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo