Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú stundar Løgtingsvalið dec 2022 til, og nýgg sum gomul valevnir bjóða seg fram, og vilja vísa sín kynstur um hetta og hatta, og hvussu tey kunna sannførða veljaran um, hví vit skula velja seg, og ikki hini.

Í dag lova ymisku flokkarnir at arbeiðsvikan skal setat niður á 37 tímar um vikuna, uttan at nakar ferð niður í løn, hetta er uttan iva søtur tónleikur fyri fjøldina.

Hvat er tað, sum hesir flokkar gera?

Jú teir leggja seg í millum arbeiðsgevarar og fakfeløgini sum varða av sáttmálaøkjunum á ymisku arbeiðsplássunum.

Hetta hevur altíð verði ein samráðingarrættur, tað við at keypa sær t.d. 6. fríviku, ella tað at fara frá 40 tímar viku til 39 tímar o.s.v.

Vit sum samráast vita, at t.d. 6. frívikan kostar ca 2,5% hetta av ásetta karminum fyri ávikavist 1. og 2. árið.

Men at flokkarnir vilja nú kropp á kroppi lova arbeiðarafjøldini at tey skula ikki missa løn, sjálvt um tey fara niður á 37 tímar viku.

Hetta er at gera seg inná fría samráingarrættin hjá fakfeløgunum og verða tey sett út av spælinum, hetta eigur slett ikki at verða góðtikið.

Tað undrar meg almikið at SOSIALISTARNIR. Javnaðarflokkurin. at teir nú eisini saman við Tjóðveldinum eru farnir í herna móti fakfeløgunum, og skula aftur nú við lóg avmontera fakfelagsrørsluna.

Vit sóu hetta til næstsíðsta Løgtingsval, tá gekk hetta út yvir manningarfeløgini, og var tá samtykt av Javnaðarflokkinum - Tjóðveldisflokkinum - Framsókn og stuðul frá Sjálvstýrisflokkinum.

MÍN ÁHEITAN TIL POLITISKU FLOKKARNAR ER, HALDI TYKKUM VEKK FRÁ AT VIRKA SUM FAKFELØG, OG HALDI TYKKUM TIL POLITIKK. OG LATIÐ OKKUM FÁA FRIÐ AT ARBEIÐA SUM FAKFELØG.

Annfinnur Garðalíð
Formaður
FSN

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo