Skúlablaðið: Hvar eru nú allar tær politisku røddirnar, sum undan valinum søgdu fólkaskúlan hava so avgjørdan týdning fyri alt samfelagið? T.d. allir teir politikararnir, sum vóru við á pallborðsfundi á Læraraskúlanum, sum Føroya Lærarafelag skipaði fyri undan løgtingsvalinum í desember 2022.
Gaman í verður mangt sagt og eisini lovað í einum valstríði, men at soðið skuldi vera so tunt, og at alt tosið bara var tað reina mjørkatos, man mangur undrast á. Ikki bara undirritaði.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo