Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í farnu viku sendi KvF Dokumentarin Meira enn bara vera til, sum vísti á grundleggjandi almennar tænastur, ið ikki eru nøktandi. Spurningurin, sum politiska skipanin skal seta og svara, er tí, hvussu samanhangandi og tvørgangandi tilboð verða tryggjað við grundleggjandi tænastunum sum heild.

Langtíðarætlanir og loysnir
Í ár er lóg um almanna trygd og tænastur sett í verk. Hendan lógin fer at skapa batar, tó bara um nøktandi játtan fylgir við, so ásetingar í lógini kunnu gerast veruleiki. Tí eigur politiska skipanin at raðfesta nøktandi játtan høgt, tí nógv dýrari er í longdini, um borgarar, ið bera brek, ikki fáa tær tænastur, teimum tørvar.

Afturat hesum skulu leggjast langtíðarætlanir og langtíðarloysnir – yvir um løgtingssetur. Hetta kann gerast vit eini brekpolitiskari virkisætlan yvir eini 20 ár, sum vísir á raðfestingar, hvat, nær og hvussu. Virkisætlanin skal vera tvørgreiralig og fevna øll øki og innihalda mál, ið kunnu mátast. Eins og hon skal tryggja vitan við innsavnan av viðkomandi hagtølum um økið, so fylgjast kann við í menningini, eins og hon vísir á, hvussu ætlanir skulu fíggjast.

Gagnligt hevði samstundis verið at avtikið kassahugsanina, sum vísir, hvussu grundleggjandi avlagað hugsanin um bæði geirar og borgarar er. Eingin er ein kassi, og tí hóskar kassahugsan sjáldan til tænastur og tilboð til borgarar, ið bera brek.
Hetta krevur hugburðsbroyting og endurhugsan av økinum.

Røttu tilboðini rættstundis
Hugvekjandi søgan í Dokumentarinum um Jóannes Madsen og familju hansara eigur at ávirka politisku skipanina soleiðis, at sjálvsagt er, at fólk skulu meira enn bara vera til, og tá eru røttu tænasturnar til røttu tíð neyðugar.

Sosialurin hevði 31. mars samrøðu við Jensu Heinesen, sum í 2014 fekk heilasvull sum gjørdi, at henni tørvaði endurmenning/rehabilitering. Hon varð fyrst send niður, har hon fekk góða hjálp. Tá ið hon kom heim helt venjingin fram á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Frá einki at megna, hevur hon í dag eitt virkið lív.

Orsøkin er, at hon fekk skjóta og rætta hjálp.  

Hon sigur av royndum, at góð uppvenjing er, tá eitt tvørfakligt toymi er um sjúklingin. Toymið kann vera mannað við lækna neurologi, ergo- og fysioterapeuti, talupedagogi, sjúkrasystir og sosialráðgevara. Toymið  skal hava regluligar fundir, har mál verða mett og tillagingar verða gjørdar í endurmenningini.

Víðari vísir Jensa Heinesen á, at sjálvandi átti ein endurmenningardepil at verið í Føroyum, tí tað hevði gjørt alt munandi lættari og heimligari. Tað hevði eisini í longdini verið bíligari og fleiri høvdu fingið gagn av tænastuni.

Herí liggur loysnin, ikki meira av tí sama, men frá meira til betri.

Í næstseinasta MEGD-blaðnum, sum kann lesast á megd.fo undir savn, er samrøða við fysioterapeutarnar Hedevig Matras og Eyðbjørg Joensen um endurmenning. Sum tær vísa á í blaðnum, so tørvar okkum eina føroyska heildarætlan um endurmenning, ið kundi givið eina ábending um, hvør tørvurin er í Føroyum, og um hvussu vit skulu skipa okkum í framtíðini hesum viðvíkjandi. Og sum tær vísa á, er tíðin komin, at borgarar, sum hava tørv á endurmenning fáa hesa tænastuna, har endurmenning er bygd á tvørfakligt toymisarbeiði, ið røkkur tvørtur um fakmørk og geirar.

Politiska skipanin skal vita
Í einum vælferðarsamfelagi sum tí føroyska, skulu grundleggjandi almennar tænastur tryggjast. Spurningurin er hvussu, og tá ið vit vita, at av hvørjum 1000 krónum fara 363 krónur til almennar tænastur, og peningurin ikki røkkur, so má økið endurhugsast. Vit fara neyvan nakrantíð at fáa fleiri pengar til økið enn í dag.

Sjálvsagt vinna vit mest, um borgarar, ið bera brek, fáa rættar tænastur rættstundis, tí er spurningurin ikki, hvørjar tænastur skulu skerjast, men heldur, hvussu tær kunnu endurhugsast, so økið kann verða ment.

Tóra við Keldu

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo