Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: - Skipanin eigur at verða broytt; tað er einki grundarlag fyri, at munur verður gjørdur á útrokningini á lívrentuni hjá kvinnum og monnum. Tí eigur politiska skipanin at áseta í lóg og fáa hetta í rættlag sum skjótast, soleiðis at munur ikki verður gjørdur á, hvussu lívrentan hjá kvinnum og monnum verður roknað, sigur Jacob Eli S. Olsen.

- Lívrenta er ein partur av eftirlønini. Vit eru bundin við lóg at spara upp til eftirløn; 45% av tí, vit spara upp, skal gjaldast út sum lívrenta; tað er eitt gjald, vit fáa mánaðarliga, frá tí vit fara frá við eftirløn, og so leingi vit liva. Henda uppsparingin, sum er oyramerkt til lívrentu, verður roknað til eitt mánaðarligt útgjald eftir, hvussu stór tín uppsparda eftirløn er, og hvussu nógv ár tað verður væntað, at tú livir eftir fráfaringaraldur. Av tí at væntaði miðal livialdurin hjá konufólki er hægri enn hjá mannfólki, verður tíðarskeiðið, lívrentan verður útgoldin, ymiskt í mun til kyn og dríggjað samsvarandi, og tað merkir, at um ein kvinna og ein maður hava somu uppsparing til eftirløn, so fær kvinnan minni í útgjaldi í lívrentu um mánaðin. Livir kvinnan tað, sum svarar til miðallivialdurin hjá kvinnum, og livir maðurin tað, sum svarar til miðallivialdurin hjá monnum, so hava báðir partar fingið samanlagt sama útgjald í lívrentu, væl at merkja, um tey hava spart líka nógv upp, men mánaðarliga fær maðurin meiri enn kvinnan, tí væntað verður, at hann livir styttri.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo