Tann kristna fatanin hevur í øldir verið grundarlagi undir øllum okkara gerandislívi, og hevur eisini verið grundarlagi í øllum lóggávum og tað er tað, sum hevur gjørt, at okkara land er millum heimsins bestu lond.
Nú tykist broyting at vera komin í. Hugtakið at vera liberalur sýnist at hava broytt týdning frá frælslyndi til at fata um opinleika fyri øllum, sum er uppi í tíðini – bæði av góðum og minni góðum.
At vera liberalur er nú at vera rúmligur mótvegis øllum rákum, og verður marknaðarført sum rætta alternativið til kristna borgarliga lívið.
At vera liberalur er sostatt blivið til, at alt tað siðbundna er ivasamt og skal fyri bakka. Nýggja definitiónin slóðar fyri, at kirkjan sum stovnur og trúðarlívið annars skal lofta og ikki solda millum rákini, sum eru uppi í tíðini.
Hetta hevur við sær, at trúðarlívið verður mentan á jøvnum føti við virksemið í sjónleika-, lista- og leikhúsum. Soleiðis verða súlurnar undir okkara samfelagi skakaðar.
Vit hava religiónsfrælsi, og kann tann einstaki sjálvsagt lýsa seg leysan av átrúnaði. Tað er tíbetur lógartryggjaður rættur.
Men samfelagið hvørki kann ella skal lýsa seg leyst av teimum kristnu virðunum. Tað er tí neyðugt við tí kristna grundarlagnum, sum eru karmarnir um tað virðiliga samfelagið.
Hjá okkum er tann kristni boðskapurin súlan undir okkara fólkaræði, sum tryggjar mannarættindi, trúarfrælsi og talufrælsi. Hetta er eisini tað, sum tryggjar rættartrygd og materiellan framburð.
Á Løgtingi kunnu vit gera mun, so siðbundnu virðini verða vird, tá støða verður tikin til rákini, sum eru uppi í tíðini.
Lillian Bjarnadóttir Poulsen
Fólkaflokkurin
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo