Tað ljóðar sum ørvitistos.
Men einaferð søgdu fólk tað sama um at byggja tunlar undir sundini ímillum oyggjarnar. Og tó er tað í dag veruleiki.
Elsebeth M. Gunnleygsdóttur, tingkvinna úr Fólkaflokkiinum, heldur, at tíðin er komin at vit hugsa uttanfyri kassan, tí annars er útoyggjunum ikki lív lagað.
- Vit hava tosað um bygdamenning í eitt mannaminni, men fólkatalið á útoyggjunum bara minkar og minkar, og ongin ger nakað við tað. Núverandi samband til útoyggjarnar er ikki nøktandi orsakað av avlýsingum og seinkingum. Tí eigur sambandið til útoyggjarnar at gerast meira nútíðarhóskandi. Vit hava siglt til útoyggjarnar í meir enn 100 ár. Lat okkum nú hugsa út um boksina og hugsa nýtt. Lat okkum hava visjónir.
- Útoyggjarnar í Føroyum eru nakað serligt, og tað skulu tær framhaldandi vera. Tær hava ikki brúk fyri bil- og busssambandi á sama hátt sum tær størru oyggjarnar.
Tí eiga vit at knýta útoyggjarnar uppí meginøkið við undirsjóvarbreytum (metro). Soleiðis javnstilla vit allar føroyingar mest møguligt. Hetta er helst besta boðið uppá bygdamenning, og ger hetta Føroyar til eitt nútímans grønt ferðavinnuland, sigur Elsebeth M. Gunnleygsdóttur millum annað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo