Fólkaflokkurin á Facebook: Fyrr í dag skipaðu politikararnir og prestarnir fyri stuðulsdysti á Tórsvøll, har pengarnir fóru til Barnbata.
Seinast vunnu politikararnir.
Tað skuldi ikki henda aftur, skrivaði ein prestur fyrr í vikuni á Facebook, so tað var lagt upp til ein spennandi dyst á Tórsvøll. Ella fyri at endurgeva útvarpsmannin, Gunnar Nolsøe: háspenningur var í luftini.
Bárður Á Lakjuni, løgtingsmaður, leikti á vinstravongi, men hóast hann ikki er vanur við at spæla vinstrumegin miðjuna, royndist fuglfirðingurin seg ómetaliga væl á fótbóltsvøllinum.
Beinir Johannesen, floksformaður, spældi sum áleypari.
Hetta var ikki nakað óvanligt pláss hjá formanninum. Beinir var áleypari hjá serstakliga góða og evnaríka ungdómsliðnum hjá Kí, ið taldi navnframar leikarar sum Jákup B. Andreasen, Jóannes Bjartalíð, Jóannes Danielsen v.m.
Ikki tykkum at siga, var leikferðin í dag ein onnur enn tann, føroyingar sóu undir Champions League dystinum við Djúpumyru í gjárkvøldið, men hóast floksformaðurin valdi politikkin framum at skjóta mál fyri KÍ í Evropa, batti máltevinum einki.
Uni Holm Johannesen, løgtinsmaður fyri javnaðarflokkin og fyrrverandi U-17 landsliðsleikari, legði upp til fyrsta málið. Við frálíkum innleggi í høgru síðu sendi hann bóltin í høvdið á Beini. Hóast málmaðurin toygdi seg alt, hann var mentur, hevði hann ongan kjans.
1-0 til politikararnar... sum eisini var hálvleiksstøðan.
Seinni hálvleikurin var ikki meira enn bríkslaður í gongd, tá prestarnir javnaðu. Aftaná eitt vælspælt álop setti Ove Brim, sóknarprestur í Nes kirkjusókn og Gøtu kirkjusókn, bóltin í netið til 1-1.
Háspenningur var aftur í luftini.
Men tá 10 minuttir vóru eftir sendi javnaðarmaðurin og fyrrverandi profilurin hjá Sumba, Hans Jacob Thomsen, floksformannin í dýpdina. Hann hugdi upp, sá, at eingin var nær við, og hegnisliga sett Beinir bóltin upp í hornið til endaligu støðuna til 2-1.
Hetta var ein serstakliga góður og gevandi dagur á Tórsvølli.
Aftaná dystin fekk Barnabati, sum virkar fyri at bøta og menna kor og trivnað hjá børnum og ungum, ein kekk á 35.000 kr.
Politikararnir gleða seg longu til umdystin komandi ár.
Góða ólavsøku
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo