Anna Falkenberg á Facebook: Í kvøld valdi eg at geva orðið víðari til formannin í politistafelagnum, sum rópar varskó.
Tað ger hann, tí umstøðurnar hjá politinum, at gera sítt arbeiði, at verja okkum og tryggja lóg og landaskil, als ikki eru nøktandi. Tað er álvarsamt og viðkemur okkum øllum.
Komandi ár verða politisamráðingar á fólkatingi. Tá ætli eg at gera mítt ítasta fyri, at politiið í Føroyum fær bestu karmar at virka undir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo