Har øll sópa fyri egnum durum, verður gøtan skjótt rein
- Johann Wolfgang von Goethe

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Tórshavnar kommuna: Pole tekur við starvinum frá 1. august at rokna. Pole er 59 ára gamal, er ættaður av Strondum og býr í Hoyvík. Hann hevur fjølbroyttar útbúgvingar og royndir, hann er skipsførari, maskinsmiður, intruktørur í fyrstuhjálp, innsatsleiðari og hevur undirvíst á Vinnuháskúlanum seinnu árini.

Gjøgnum mong ár hevur Pole verið virkisleiðari á fleiri flakavirkjum. Eisini hevur hann sitið sum limur í bygdarráðnum í Sjóvar kommunu í 16 ár. Og eisini hevur hann verið bæði íðkari og venjari í nógv ár.

Pole vitjaði inni á Ráðhúsinum í dag. Á myndini síggjast f.v. Heini Gaard, mentanarleiðari, Pole Hansen, nýggjur leiðari fyri Ítróttaranlegg, Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Hermann Mortensen, trivnaðarstjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo