Fleiri enskir miðlar hava seinastu vikurnar skrivað at sambandi millum Manchester United-venjaran Jose Mourinho og stjørnuleikaran Paul Pogba er nakað kalt, og gitt hevur verið at fraklendingurin kanska gevst í Mancester United longu í summar.
Men nú avvísur Pogba øllum hesum gitingunum.
Manchester Evening News skrivar at Pogba heldur fast við at eingin sum helst trupulleiki er millum seg og Mourinho. Og Pogba hevur heldur ongar ætlanir um at gevast á Old Trafford.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo