Størsti sigurin hjá Ole Gunnar Solskjær sum venjari hjá Manchester United hevur verið broytingin av Paul Pogba, skrivar NRK.
– Tú ert sum ein persónur við einum virusi í einum afturlatnum rúmi, og tú smittar.
Soleiðis metti José Mourinho prestasjónina hjá Paul Pogba eftir dystin móti Southampton fyrr í desember. Pogba hevði stríðst, og eitt skakað Manchester United megnaði bert at fáa javnleik, 2–2.
Alla sesongina hevði profileraði playmakarin undirpresterað fyri United.
Men nú, fýra vikur seinni, er Pogba vorðin drívmegin hjá einum ósteðgandi United-liði, við fýra málum og trimum málgevandi avleveringum í trimum dystum.
Tað ljóðar kanska óveruligt, men leikarin er júst tann sami sum fyrr.
Tað sum er broytt er at maðurin í venjarastólinum eitur Ole Gunnar Solskjær, skrivar NRK.
12 - Manchester United have scored 12 goals over the space of three Premier League matches for the first time since December 21-31, 2011. Enjoyment. pic.twitter.com/TjZ0W70HFr
— OptaJoe (@OptaJoe) December 30, 2018
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo