Álítandi ítróttarjournalisturin hjá BBC, Simon Stone skrivar í dag, at Manchester United stjørnan Paul Pogba skal hava sagt, at hann ynskir eina nýggja avbjóðing eina aðrastaðni.
Nógv tos hevur verið um framtíðina hjá Pogba, sum kom aftur til United í 2016, men nú letur Pogba sum skilst ongan iva vera um, hvat hann sjálvur ynskir.
- Eg havi verið í Manchester í trý ár. Tað hava bæði verið góðar og ringar løtur, men soleiðis hava øll tað. Eg haldi, at hetta kann vera rætta løtan hjá mær at uppsøkja eina nýggja avbjóðing eina aðrastaðni.
Hetta skal Pogba hava sagt á einum lýsingartúri fyri Adidas í Japan.
Pogba hevur spælt 135 dystir og skotið 31 mál fyri United, síðan hann kom aftur til felagið í 2016 fyri 90 milliónir pund.
Undan hesum leikti hann í fýra ár við Juventus í Italia. Har spældi hann 178 dystir og skjeyt 34 mál.
Pogba, sum ikki altíð hevur avrikað so væl í United, er millum annað settur í samband við Real Madrid, har landsmaðurin Zinedine Zidane er høvuðsvenjari.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo