Í gjár váttaði Manchester United at Paul Pogba er við í hópinum sum í summar skal spæla bæði í Avstralia, Singapore og Kina.
Men agenturin hjá Paul Pogba, Mino Raiola, er siteraður fyri at siga, at fraklendingurin vil sleppa úr felagnum.
The Times skrivaði í gjár, at Juventus skal gjalda 120 milliónir pund fyri Pogba, um felagið vil hava hann aftur.
Manchester United hevur tó ongar ætlanir um at sleppa sær av við Pogba.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo