Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Í dag, 2. páskadag, fer eitt toymi hjá lærusveinaskúlanum PODAS til Eysturlandið í Íslandi. Hetta er 4. ferðin í trý ár, at PODAS vitjar Ísland.

Endamálið hjá PODAS er at knýta vinabond til brøðratjóð okkara fyri vestan og at boða gleðiboðskapin um Jesus. Á skránni eru gudstænastur á ellisheimum á Eysturlandinum um dagin og samkomur í kirkjum um kvøldi.

Við á ferðini eru: Liljan Midjord, Tórshavn, Jonna Hansen, Tórshavn, Hervonna Rein, Tórshavn, Marianna Gullaksen, Kollafjørður, Vivi Hammer, Kollafjørður, Rúni Sunnleifsson Jacobsen, Tórshavn, Kristian á Reynatrøð, Leirvík, Petur Fonsdal Johannesen, Skála, Petur Poulsen, Skopun, Nikulás Leó Jóhanesen, Skopun, Sverri Steinhólm, Tórshavn, Bergur Debes Joensen, Argir, og Helgi Joensen, Eskifjørður, Ísland. Ólavur Jacobsen, sum starvast á Ørkini í Reykjavík, og Vónbjørt er við okkum fyrstu dagarnar.

Skrá fyri PODAS-ferð í Íslandi 22. apríl – 2. mai 2019

Týsd. 23. apríl:

Kl. 12.00: Bønarmøti: Kirkjuhús í Egilstaðir (úr ymsum kirkjum)

Kl. 20.00: Kunning um Ísland á Egilstøðum

Mikud. 24. apríl:

Kl. 15.00: Gudstænasta: Sjúkraheim (ellisheim) í Seyðisfirði

Kl. 15.00: Gudstænasta: Ellisheimið á Egilstøðum

Kl. 20.00: Samkoma: Seyðisfjørðar kirkja

Hósd. 25. apríl:

Kl. 09.30: Forbønargonga í Egilstaðir saman við kirkjufólki á staðnum

Kl. 14.00: Samkoma: Djúpavágar kirkja

Kl. 15.00: Gudstænasta: Ellisheim í Neskaupstaður

Kl. 20.00: Samkoma: Neskeypstaðar kirkja

Leygard. 27. apríl:

Kl. 15.00: Gudstænasta: Ellisheim í Vopnafirði

Kl. 17.00: Samkoma: Vopnafjarðar kirkja

Sunnud. 28. apríl:

Kl. 10.30: Gudstænasta: Egilstaðar kirkju

Mánad. 29. apríl:

Kl. 14.00: Gudstænasta: Ellisheimið í Hafnafirði

Kl. 17.30: Samkoma: Hvítusunnukirkjuni í býnum

Týsd. 30. apríl:     

Kl. 14.00: Gudstænasta: Ellisheimið í Eskifirði

Kl. 20.00: Samkoma: kirkjan í Eskifirði

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo