Plast er ein av heimsins størstu umhvørvis trupulleikunum í 2024, sambært Earth. Sjálvt um vit vita at plast er ein vandi fyri bæði náttúru og fólk, so verður meira plast framleitt hvørt ár.
- Í 2015 var plastframleiðslan um 4,5 prosent av heimsins globala CO2-útláti. Móti 2050 verður roknað við eini øking til heili 13 prosent.
Til samanberingar er dagsins útlát frá flogferðsluni um 3,5 prosent, sigur Jakob Bonnevie Cyvin, leiðari í Plastic Research Cooperation Group við NTNU, skrivar Dagbladet.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo