Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Við støði í umhvørvispoliltikkinum Grøna leiðin verða plantuskeið í Nólsoy dagarnar 10. og 17. juni. Maud Wang Hansen fekk játtað umhvørvisstuðul 2017 frá Tórshavnar kommunu at gera ein lítlan plantuskúla.

Sostatt verður skipað fyri tveimum plantuskeiðum í Nólsoy í døgunum 10. juni og 17. juni.

Endamálið við skeiðunum er, at geva frálæru á byrjunarstøði um, hvussu ein veltir ella setur niður grønmeti.

Eisini verður skipað fyri einum plantutúri í Nólsoy, har greitt verður frá hvørjar plantur vaksa í okkara fríðu náttúru og teirra gagnnýti.

Um áhugi er fyri tí, er eisini møguleiki at fáa vegleiðing í at gera ein grønan kompost (sankutøð). Hetta er við til at minka um buturkast, ið kann brúkast til annað endamál, t.d. sum tøð at ríka moldina við.

Hugsanin handan skeiðini er, at grundleggjandi vitan um at sáa og planta, kann eggja til, at fleiri fara undir grønt virksemi, óansæð um tú hevur atgongd til jørð ella bert hevur pláss til nakrar pottar.

Við at minka um flutningin av vørum við skipi ella flogfari, eru vit við at verja umhvørvið, tí tað minkar um CO2 útlát og aðra dálking í høvum og í luftini.

Veltir tú títt egna grønmeti, minkar tú eisini um vandan fyri at eta avgrøði, ið er viðgjørt á ymsan hátt.

”At liva úr hondini í munnin” er gamalt orðatak, og tað er júst hetta, ið fyriskiparin, Maud Wang Hansen heldur, at vit eiga at taka til okkum, til tess, at verja okkara umhvørvi og til tess at gerast meira sjálvbjargin og minka um ovurnýtslu.

Plantuskúli í Nólsoy 2017 – lær at sáa og velta!

Dagarnar 10. og 17. juni, kl.13.00 – 16.30, verður skipað fyri plantuskúla í Nólsoy, har tú kanst læra:

• Yvirskipað um at seta niður/velta títt egna grønmeti

• Hvat veksur í Føroyum?

• Hvussu ansar tú eftir tí, tú hevur sett niður?

Skeið 1: Tann 10. juni greiður Julian Sonni frá um:”Fyrimunir og avbjóðingar tá veltast skal” og um hansara royndir úr Nólsoy.

Skeið 2: Tann 17. juni verður ”Plantutúrur við Disu”, har høvi verður at læra um plantur, sum vaksa í Føroyum og teirra gagnnýti.

Báðar dagarnar fara vit at seta ymiskt í pottar, sum tit fáa við tykkum til hús og vegleitt verður um at seta tað niður.

Eisini verður vegleiðing um:

• At byggja ein einfaldan grønan kompost

Nær: 10. juni og 17. juni 2017. Kl.13.00 – 16.30 báðar dagarnar.

Hvar: Avhaldshúsið í Nólsoy.

Hvussu: Tilmelding á Facebook/Plantuskeið 1 og Plantuskeið 2 ella á telduposti mwh(at)kallnet.fo

Tilmelding er neyðug. Skeiðini eru ókeypis.

Luttakarar: Max 20 til hvørt skeiðið
Íroknað kostnaðin er kaffi/te og okkurt afturvið, eisini fáa luttakarar fræ ella plantur og pottar.

Verið ílatin til at fara plantutúr tann 17. juni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo