- er ikki bara ein spurningur um lærarar ella børn, men um at hava eitt eksakt og viðkomandi fakmál - tí ongin kann hugsa longri, enn hann hevur mál til!
Um vit líta nøkur ár aftur í tíðina, so var okkara fakmál við tess serligu fakterminologi í stóran mun samanfallandi við fakmálini í okkara grannalondum og á tí altjóða økinum – við smáum frábrigdum. Hetta gjørdi tað lætt at vera føroyingur, tí í fakmálum høvdu vit ein altjóða heimabana, ið gjørdi tað lætt og eintýðugt - interaktivt at leita fram upplýsingar, eins og vit kenna tað frá m.a. tí medicinska heiminum, har tey latínsku heitini eru standard.
Hesin fyrimunur við altjóða føroyskum fakmáli datt niðurfyri, tá smásárir málentuiastar settu sær fyri at avskaffa okkara altjóða fakmál og erstatta / substituera tað við naknum nýyrðum, ið ofta vóru heil ella hálv íslendsk.
Hetta hevur ikki bert viðført eina málsliga babylonska forvirring í fakmálinum, men hevur eisini viðført eitt skisma ímillum børn og foreldur. Eg kenni fleiri foreldur, ið siga seg hava uppgivið at gera lektiur við børnunum innan náttúrufakini, tí alt er so fremmant fyri teimum, og tá kann talan enntá vera um fólk við góðari útbúgving.
Vit kunnu taka nøkur dømir:
Føroyskt/(altjóða) Nýføroyskt/(íslendskt)
Matematik Støddfrøð
Fysik Alisfrøði
Kemi Evnafrøði
Biologi Lívfrøði
Geologi Jarðfrøði
Geografi Landafrøði
Botanik Plantufrøði
Molekyli Mýl
Molekylvekt Mýlatyngd
Partikkil Bitil
Symmetrisk Makaskapaður
Symmetriplan Samsvarsflati
Parallel Javnfjarur
Parallelogram Javnfirringur
Rektangul Rætthyrningur
Kvadrat Ferningur
Romba Skákferhyrningur
Sirkil Klingra
Radius Snælda í klingru
Diametur Tvørmát
Periferi Umfar
Tangent Viðberi
Keyla Strýta
Keyluformur Viggvaksin
Prisma Strenda
Trapetz Skákhyrningur
Integralrokning Heildarrokning
Differentialrokning Munarrokning
Asymptota Atfelling
Acceleratión Dik
Fakmálslig heilavasking og forvirring
Kendi eysturríkski filosoffurin, Ludvig Wittgenstein (1889-1951), sigur tað sera greitt: “Eingin kann hugsa longri, enn hann hevur mál til”, og hetta er í stuttum trupulleikin – bæði hjá lærarum og børnum, tí innan náttúruvísind hava vit brúk fyri einum eksaktum fakmáli, sum vit fordums høvdu, men sum nú er tikið frá tí yngra ættarliðnum og børnunum. Børn og lærarar verða tvungin til at brúka eitt fremmandagerandi “puristiskt eftirgjørt” fakmál, ið mangan ikki er í familju við tað altjóða fakmálið, ið annars gevur óavmarkaðar møguleikar til at samskifta interaktivt við á internetinum og at kunna seg í útlendskum lærubókum yvirhøvur.
Tað verður heldur ikki betri av, at fimm – í náttúrvísindi serliga vitalir bókstavar – c, q, w , x og z eru útihýstir úr tí føroyska stavraðnum, tí av teimum 118 grundstoffunum liggja 18 uttanfyri tað skerda stavraðið: (14 við c, 1 við w, 1 við x og 2 við z). Hetta fremmandager eisini á øðrum økjum.
Mugu endurskapa okkara modificeraða altjóða fakmál
Um okkara lærarar og børn skulu hava nakran kjans at kappast í komandi PISA-kanningum, mugu vit endurskapa okkara modificeraða altjóða fakmál, so vit aftur – interaktivt - megna at samskifta við og skilja umheimin og okkum sjálvi á tí náttúrvísindaliga økinum. Góðan byr!
07.12.2016
Regin Eikhólm
Málfelagið-móðurmálinum at frama
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo