Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Beint nú hevur verið ein filmur í TV2 um, hvussu brutalt elstaklassa-næmingar á Herlufsholm pína og plága teir YNGRU næmingarnar, sum oftast ikki tora at slatra.

Rektor royndi at umskylda bølmennini, men tað gekst honum illa at forsvara tann vældokumenteraða yvirgangin.

Men kostskúlamentalitetur er afturlatin og ofta ringur at avdúka ella temja.

Nú havi eg kent bæði føroyingar og danskarar, sum hava gingið á tí beryktaða yvirklassa-stovninum, og tað, sum er so karakteristiskt, er, at man møtir bæði stórum fagnaði av skúlanum hjá summum og líka stórum fordømilsi frá øðrum.

Nakrir næmingar fáa jú ta syndarligu offur-rolluna, og aðrir merkja hana slett ikki!

Men tað er eingin Ivi um, at kostskúlar kunnu klekja reinar fascistar, hvis lærarar ikki vita av tyrannunum ella kanska ikki orka/tora at steðga teimum.

Foreldur eiga at vita alt um hesi viðurskifti, áðrenn tey velja eitt "skúlafongsul" og risikera, at børnini verða terroriserað sum prøvaklútar og eyðmýkt av hálvpsykopatiskum yvirgangskroppum.

Tað mest groteska er, at kyniskir "herlovianarar" erpa sær av, at teir ofta koma í leiðandi størv og týðandi embæti í samfelagnum.

Man átti at lopið teir heilt um, og ikki sloppið teimum framat nakrastaðni, har onnur starvsfólk kunnu risikera at verða misbrúkt av forkelaðum sadistum.

Virgar Tórarson Dalsgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo