Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

BankNordik: Fleiri børn og ung hava fingið sokallað phishing sms-boð í gjár, t.e. følsk boð frá svikarum.

Fleiri foreldur hava varnast tað, men kanska títt barn hevur fingið phishing sms-boð, uttan at tú veitst av?

Fyri børn kann tað vera serliga trupult at vita, nær okkurt er svik.

Talgildu svikararnir duga væl at lokka børn og ung, og tí er umráðandi at foreldur fylgja væl við talgildu nýtsluni hjá børnunum.

Her eru nøkur góð ráð:

1) Lær barnið, hvørjir upplýsingar eru persónligir og skulu verjast

2) Set teg inn í mest vanligu svikini móti børnum

3) Spyr og vís áhuga fyri sosialu miðlunum hjá barninum

4) Skapa góðar karmar at tosa um talgilda nýtslu og talgildar vandar

Tað er umráðandi at hava góðar samrøður um talgildu vandarnar, so børn koma til foreldrini, tá tey varnast okkurt óvanligt ella hava latið sínar persónligu upplýsingar av óvart.

Les meira um góð ráð her.

Hevur títt barn trýst á leinkið í gjár og møguliga latið sínar persónligu upplýsingar, so sperrið kortið beinanvegin. Tað kann gerast beinleiðis inni í Netbankanum.

Les eisini:

Phishing álop umvegis SMS-boð

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo