Vesturskin byrjaði í gjár, og undirtøkan má sigast at hava verið framúr góð.
Til tiltakið 'Sólseturs kaffi í Gásadali' vóru gott 300 fólk komin saman til eina lívliga løtu uppi í Skarði.
Sørvágs tónleikarafelag byrjaðu tiltakið við vøkrum horntónleiki, og síðani setti Petra í Gásadali sín dám á við góðum gomlum harmoniku slagarum.
Sí myndir
Aftur í dag eru fleiri spennandi tiltøk á skránni eitt nú sansamotorisk skattaveiða viðarlundini í Miðvági og konsert við JASMIN í SOR-bygninginum í Sørvági.
Sí skránna á Vesturskin her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo