Kendi danski sjónvarpsverturin Peter Ingemann, sum millum annað hevur verið vertur í fleiri sjónvarpssendingum, hevur verið í Føroyum og koyrt á prutli til nýggja sjónvarpssending sum verður send í desember.
Peter plagdi at fjasast við Elin úr Føroyum, og nú tá hann skuldi til Føroya at gera sendingina, var tað upplagt, at hann skuldi vitja heima hjá Elini - hóast nógv ár eru liðin, og hóast nýggja kona hansara eisini var við.
- Tað var eitt sindur øvut (akavet) í byrjanini, og eg var eitt sindur fjálturstungin, fortelur hann millum annað í blaðgrein í B.T.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo