Politiið fekk um 18.30 tíðina í gjárkvøldið boð um, at ein persónur hevði víggirt seg í einum húsum í Miðvági. Viðkomandi hevði skotvápn hjá sær.
Politiið sigur í tíðindaskrivi til miðlarnar í morgun, at tá komið var á staðið, og roynt var at tosa viðkomandi til rættis, fór viðkomandi at skjóta, og nøkur høgl bóru við ein politist. Politiið skeyt aftur, og rakti persónin sum fekk skaða.
Viðkomandi fekk fyrstuhjálp á staðnum, og varð síðani koyrdur á Landssjúkrahúsið. Politiið veit ikki, hvussu viðkomandi hevur tað nú.
Bæði Ríkisløgreglan og fólk frá politinum í Keypmannahavn hjálpa politinum í Føroyum í málinum, stendur eisini í tíðindaskrivinum, sum politiið hevur sent út í morgun.
Politiið hevur fyribils ikki fleiri upplýsingar í málinum, verður eisini sagt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo