Nú verður lættari hjá vanliga borgaranum at fylgja við, hvørji privat áhugamál og ognarviðurskifti landsstýrisfólk hava. Løgmaður hevur gjørt av at almannakunngera upplýsingar um ognarviðurskiftini og persónligu áhugamál hjá landsstýrinum.
- Hetta verður gjørt fyri at fáa størri gjøgnumskygni. Við hesum fær borgarin betri møguleika sjálvur at meta um, hvørt embætisførslan kann vera ávirkað av ósakligum áhugamálum. Eitt slíkt skjal kann eisini byrgja upp fyri gegnistrupulleikum. Vónandi verður hetta føst siðvenja, tá ið eitt nýtt landsstýri tekur við, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Upplýsingarnir verða dagførdir eina ferð um árið. Um týðandi broytingar í nevndu viðurskiftunum koma fyri, áliggur tað tí einstaka landsstýrisfólkinum at upplýsa løgmanni um hesi.
Trýst á nøvnini niðanfyri:
Høgni Hoydal, varaløgmaður og landsstýrismaður í fiskivinnumálum
Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum
Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum
Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo