Venjarin í Manchester City, Pep Guardiola, sigur seg hava fingið møguleikan at keypa bæði Paul Pogba og Henrikh Mkhitaryan í januar.
Tað var umstríddi agenturin Mino Raiola, sum kom við tilboðnum, sambært Guardiola.
Men í samrøðu við The Telegraph, sigur Guardiola, at hann kundi gott hugsað sær at havt ein leikara sum Pogba.
– Pogba er ein ótrúligur leikari. Ein topp, topp leikari… Men eg segði nei. Vit hava ikki nokk pengar til at keypa Pogba tí hann er so dýrur leikari, sigur Guardiola.
Mino Raiola váttar at hann bjóðaði Manchester City leikarar í januar.
– Eg tosaði ikki beinleiðis við hann. Eg bjóðaði ikki honum (Guardiola) leikarar, men Manchester City. Tað er eitt fantastiskt felag við einum fantastiskum venjara. Men hvønn eg tosi um, vil eg ikki kommentera. Tað mugu teir sum hava ábyrgdina í felagnum um, sigur agetnurin sambært The Daily Mirror.
Nakrir av klientunum hjá Mino Raiola:
• Paul Pogba
• Romelu Lukaku
• Marco Verratti
• Gianluigi Donnarumma
• Henrikh Mkhitaryan
• Mario Balotelli
• Zlatan Ibrahimovic
Say what? pic.twitter.com/FGCGFqAe64
— Paul Pogba (@paulpogba) 6 de abril de 2018
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo