Tjóðveldi: - Hvat er ”framskundað” og ”útsett” pensjón, og hvussu við mótrokningini millum hjún?
Tað kanst tú hoyra alt um í kvøld, tá ið Kristina Háfoss bjóðar inn til almennan fund um pensjónstilveruna.
Fundurin hevur heitið ”Pensjónstilveran – nú og framyvir”. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, greiður frá um broytingarnar á pensjónsøkinum, sum koma í gildi á nýggjárinum, nú nýggj pensjónsnýskipan varð samtykt í brátt farna valskeiði. Høvi verður at seta spurningar og kjakast um evnið.
Øll eru hjartaliga vælkomin til fundin. Fundurin verður hildin á Niels Finsensgøtu 16 í Havn.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo