Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Allir lønarbólkar hava fingið ein munandi lønarvøkstur í mun til ógvusliga prísvøksturin (inflation), men hetta er ikki galdandi fyri pensjónistarnar.

Stýrið fyri AMEG (Samhaldsfasta) kunngjørdi, at mánaðargjaldið til pensjónistarnar hækkar við 130 kr. um mánaðin í 2025. 

Hækkingin skuldi av røttum verið útvið 4 ferðir størri tvs. kr. 476 pr. mánað fyri at mótsvara prísvøkstrinum í tíðarskeiðinum 2021 til 2024.

Enn einaferð má eisini minnast á, at grunnurin er ogn hjá løntakaranum, er skattaður við inngjald og verður aftur skattað við útgjald, tvs. ein fúl dupultskatting og sum betrar um haldføri hjá bæði landi og kommunu.

Í 2024 verður metti skatturin av Samhaldsfasta umleið 250 mill. kr. og í 2025 277 mill. kr. og munar sostatt sera gott hjá landi og kommunum.

Heitt verður á stýrið um at endurskoða útgjaldið fyri 2025 og samstundis eisini Landsstýrið um at avtaka dupultskattingina.

Robert Vilhelmsen, nevndarlimur í Eldraráðnum í TK

Kelda: Hagstovan og AMEG

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo