Svenska snúsfyritøkan Swedish Match, verður væntandi seld í næstum fyri fleiri milliardir krónur.
Tað er amerikanska tubbaksfyritøkan Philip Morris sum er komin við einum ítøkiligum boði, sum eigararnir í Swedish Match nú skulu taka støðu til.
Prísurin er 115 milliardir krónur í okkara pengum.
Swedish Match hevur lagt seg eftir at framleiða roykfríar tubbaksvørur, og tað er ynskið hjá Philip Morris um at fara meira tann vegin sum nú ger, at amerikanska risafyritøkan nú ætlar at keypa svensku fyritøkuna.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo