Treytað av at báðir partar uppfylla ásettar treytir í ætlanarskjalinum, hava PP Faroe Pelagic og Pelagos avtalað í høvuðsheitum at yvirtøkan av eigaraskapinum skal til fulnar vera farin fram tann 1. desember 2023.
Avtalan fer ikki at ávirka tann óbeinleiðis eigaraskap sum Parlevliet & van der Plas, Niðurlond, hevur í fiskivinnu fyritøkunum Næraberg, JFK og Kósin.
Báðir partar eru samdir um at yvirtøkan skal ikki viðføra avbrot í virkseminum á PP Faroe Pelagic og at øll verandi arbeiðsfólk í starvi har fáa í boði at halda fram í sínum arbeiði á sama stað undir tí nýggja arbeiðsgevaranum.
Avtalan fer at gera Pelagos til leiðandi eigara og operatør av frystivirkjum fyri uppsjóvarfisk í Føroyum, við einum slíkum virki í Fuglafirði og einum í Kollafirði.
Partarnir eru samdir um at ikki gera fleiri viðmerkingar í løtuni til yvirtøku avtaluna.
PP Faroe Pelagic kom inn í føroysku uppsjóvarvinnuna á landi tá fyritøkan, í 2009, keypti uppsjóvarvirkið í Kollafirði, sum mest var kent undir navninum Kollafjord Pelagic, eitt virki ið hevði trupulleikar. Við drúgvum royndum í at byggja og reka líknandi uppsjóvarvirkir í øðrum londum, eydnaðist PP Faroe Pelagic at gera nyttu av sínari marknaðar-leiðandi serfrøði. Fyritøkan prógvaði at tað er fult gjørligt í Føroyum, bæði tøkniliga og búskaparliga, at reka vinnuliga virking av uppsjóvarfiski til matnað á landi, og var harvið við til at slóða fyri at hini bæði líknandi virkini sum seinni vórðu bygd eisini komu.
Uppsjóvarvirkið Pelagos fór undir sítt virksemi í 2014. Eigararnir har eru Havsbrún, Framherji, Palli hjá Mariannu, og á Enni.
PP Faroe Pelagic er óbeinleiðis dóttirfelag hjá Parlevliet & van der Plas, Niðurlond.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo