Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tá Helgi Abrahamsen nú umhugsar at lóggeva summar av okkara limum úr verkfalli, so er tað eitt álvarsligt inntriv. 

Men tað er eisini eitt inntriv, sum bara ger støðuna verri.

Tí við at lóggeva summar av okkara limum til arbeiðis, verður verkfallið veikari. Tað fer sostatt at draga út, og at gerast verri fyri teir borgarar, ið ikki eru fevndir av hansara uppskoti. 

Helgi Abrahamsen og hansara flokkur fóru til val sum eitt sosialpolitiskt alternativ, og nú hava tey ein gyltan møguleika at ávirka samgonguna rætta vegin. Hetta kunnu Helgi og løgmaður gera við at boða landsstýrismanninum í Fíggjarmálum frá, at tey ynskja at langtíðartryggja námsfrøðiliga økið. 

Sjálvandi harmar tað okkum, at verkfallið rakar búfólk og aðrar borgarar. Men verkfall er absolutt seinasti møguleiki, ið vit hava, og sostatt nakað, ið vit eru kroyst út í av einum mótparti, ið noktar at taka hættisligu støðuna á námsfrøðiliga økinum í álvara. 

Vit hava samráðst í 8 mánaðir, og mótparturin situr støðugt við sínum excel hugburði, og noktar at flyta eitt komma. Hetta er karmurin, og hann verður soleiðis!

Vit hoyra stovnsleiðarar kæra sína neyð í miðlunum, og sjálvi hoyra vit somu søgu frá okkara limum – har mangla starvsfólk, arbeiðsumstøðurnar eru ikki nøktandi, og tænastan ið verður veitt børnum og okkara veikaru borgarum, verður av tí sama ikki nøktandi. 

Sáttmálasamráðingar eru einasta høvið, ið vit og politiski myndugleikin hava, at gera varandi broytingar á einum øki, sum er niðurpínt. 

Men stjórin á lønardeildini segði so seint sum í síðstu viku við Kringvarpið, at tey als ikki vilja hugsa um menniskjaliga haldførið, ella taka atlit til stóru avbjóðingarnar, ið eitt nú Búskaparráðið rópti varskó um. 

Har er ein lønarkarmur í excelarkinum, og hann er tað einasta, ið atlit verður tikið til. 

Vit vóna veruliga, at Helgi Abrahamsen, Løgmaður og hini, ið umboða sambandsflokkin, veruliga eru sosiala samvitskan hjá samgonguni, tí um so er, er loysnin løtt, og tað er at fáa Fíggjarmálaráðið aftur til samráðingarborðið. 

Pedegogfelagið

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo