Føroya Pedagogfelag hevur í dag verið á fundi við Helga Abrahamsen. Á fundinum bjóðaðu vit landsstýrismanninum í arbeiðsmarknaðarmálum, at vit seta verkfallið í bíðistøðu.
Treytin er, at hann tekur uppskotið um at skerja verkfallsrættin aftur, og at Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið koma aftur til samráðingar.
Enn hevur landsstýrismaðurin ikki tikið av tilboðnum, ið hevði tryggjað, at allir limir í Pedagogfelagnum fóru aftur til arbeiðis beinanvegin.
Pedagogfelagið
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo