Sáttmálin hjá Føroya Pedagogfelag fór úr gildi 1. oktober í fjør. Tí hava vit síðan september tingast um nýggjan sáttmála við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Men hóast hetta er enn langt á mál.
Vit hava nú staðfest, at tað er ov langt á mál at vit fáa loyst hetta í vanligum samráðingum. Tí hava vit heitt á Semingsstovnin um at royna at fáa semju millum partarnar.
Vit hava eina risastóra avbjóðing við starvsfólkamangli á øllum umsorganarøkinum. Hetta vísti Búskaparráðið eisini á í farnu viku. Hetta er ein avbjóðing, sum vit og myndugleikarnir eru felags um, og sum vit mugu loysa saman.
Okkara limir liva dagliga í hesum, og tí vita vit eisini, hvat bilar og hvat skal til fyri at ung fólk skulu velja okkara øki, og fyri at tey, sum longu hava valt hetta starvsøki, verða verandi. Tað er hetta, sum okkara upplegg til sáttmála byggir á.
Sjálvandi snýr tað seg eisini um løn, men vit hava í líka stóran mun ynskt betri skipan av arbeiðinum, og at tíð verður sett av til at skipa seg betur.
Tað einasta, sum er heilt greitt er, at vit mugu loysa hetta saman, tí avbjóðingin við starvsfólkatroti stendur við og versnar.
FØROYA PEDAGOGFELAG
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo