Nevndin í Pedagogfelagnum dregur nú limirnar út í eitt verkfall, uttan at greiða liminum frá, hví teir skulu í verkfall.
Nevndin samráðist fullkomiliga einaráðandi og limirnir hava ikki hóming av, hvat samráðst verður um.
Uppskotið frá nevndini í Pedagogfelagnum er loyniligt.
Ongin limur fær innlit í uppskotið.
Pedagogar, sum hava fregnast, fáa nú at vita, at nevndin samráðist um nakað so óítøkiligt sum “menniskjaligt haldføri”.
Eingin veit, hvat tað merkir.
Við øðrum orðum verða pedagogarnir rendir út í eitt verkfall, uttan at vita hví.
Námsfrøðingur
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo