KVF: Nú tosa hvølparnir í Paw Patrol føroyskt, og hvølparnir hava fingið føroysk nøvn og eita nú Djarvi, Brandur, Flog, Kneysi, Tóti og Streymur – Reidar er liðskipari og Paw Patrol eitur nú Labbaliðið.
Mikudagin 4. septembur kunnu vit gleða okkum at síggju fyrstu partarnar av Labbaliðnum. Fyrsti partur verður í Snipp Snapp mikukvøldið klokkan 18.30, og fyrstu fýra partarnir verða lagdir á Vit-appina.
Í Labbaliðnum eru seks raskir hvølpar, sum altíð eru til reiðar at bjarga degnum. Tað er dugnaligi liðskiparin Reidar, sum býtir uppgávurnar út, og Djarvi, Brandur, Flog, Kneysi, Tóti og Streymur fara fús til verka. Øll duga okkurt serliga væl og hava hvør sítt far at loysa fløkjurnar við í Ævintýravík. Labbaliðið lærir okkum, hvussu umráðandi tað er, at øll arbeiða saman og hjálpa hvørjum øðrum. Røðin er full av gleði, samstarvi og góðum ævintýrum.
Marið Persson hevur týtt Labbaliðið til føroyskt. Elin á Rógvi hevur leikstjórnað. Alvin Ellebye hevur tikið upp og sett saman.
Vit hava bíðað spent eftir vælkendu hvølpunum, sum eru at síggja allastaðni - á ballónum á ólavsøku, á blusum og á leikum annars. Tað hevur verið sera spennandi og stuttligt at arbeiða við Labbaliðnum - ein avbjóðandi uppgáva, men sum Reidar plagar at siga – eingin uppgáva ov stór, eingin hvølpur ov lítil. Tað hevur stóran týdning, at vælkendu røðirnar sum Paw Patrol eru á føroyskum, og tí fegnast vit um, at Labbaliðið nú verður á Vit-appini saman við øllum hinum góða føroyska tilfarinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo