Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Tað er fastur siður um páskirnar hjá katolikkum um allan heim, at vaska og kyssa føturnar hjá sínum næstum, eins og Jesus gjørdi stutt áðrenn hann doyði.

Í ár hevði Frans pávi valt at vitja eitt fangahús í Rom, har 12 fangar skírisdag vórðu vaskaðir um føturnar av pávanum, sum eisini kysti teirra føtur, og aftaná segði, at hann ger hetta á hvørjum ári til tess at minnast, at øll hava brúk fyri fyrigeving. Hann segði við fangarnar, at tey skuldu biðja "Harri, fyrigev mær. Eg vil royna at tæna mínum næsta, sum tú tænir mær við tíni fyrigeving".

Pávin segði við fangarnar, at hann veit væl, at tað sum hann ger kann tykjast løgi nú á døgum. Men tað er fyri at minnast Jesus, sum lærir okkum, at tað er í veruleikanum einfalt: Tú skalt vaska føturnar hjá tínum næsta fyri at vísa honum kærleika og tæna honum uttan sjálvsøkni og fordómar.

- Vit prestar skulu vera teir fyrstu at tæna øðrum, segði Frans pávi eisini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo