- Bæði í Miðeystri og Ukraina eiga vápnini nú at tiga, segði 87 ára gamli Fransis pávi millum annað í siðbundnu pákaprædiku síni, skriva fleiri miðlar, eitt nú BBC.
- Frið fáa vit ongantíð, so leingi sum vápnini tala. Hann fáa vit við útrættum hondum og opnum hjørtum, segði pávin.
Nógv tíggjutúsund fólk vóru á Pæturstorginum í Vatikaninum og lýddu á.
Pávin heitti á Ísrael um at lata neyðhjálp sleppa inn í Gaza. Og hann heitti á Hamas, um at leysgeva ísraelsku gíslarnar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo