– Hvat hjálpur tað at gráta? Eg haldi ikki eg nakrantíð havi grátið á vøllinum. Kanska tá eg var ellivu ella tólv, sigur Paul Scholes, fyrrverandi MU-leikari.
Tað gjørdist mikil grátur undir og eftir Champions League-finaluna millum Real Madrid og Liverpool leygarkvøldið.
Liverpools Mohamed Salah og Real Madrids verjuleikari Dani Carvajal vóru báðir upploystir í tárum tá ið teir skaddir máttu fara av vøllinum í fyrra hálvleiki.
Og eftir dystin var tað Liverpool-málverjin Loris Karius sum tók til tárini eftir at hava givið Real Madrid tvær skoringar á tragikomiskan hátt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo