Amerikanski Paul Nguyen (27) var í novembur í fjør á feriu í Medellin í Kolumbia saman við einum vinmanni.
Mikudagin 9. novermber fór hann á date við eini kvinnu, sum hann hevði hitt á Tinder.
Systir tann 27 ára gamla, Amy Nguyen, upplýsur fyri The Independent at beiggin var seinast sæddur um 2-tíðina um morgunin hósdagin, á veg út úr eini barr.
Um kvøldið tók Paul eina mynd av kvinnuni sum hann var á date við, tá ið hon ikki kom við honum, og deildi myndina á Snapchat. Og tað var tað seinasta vinirnir hoydu frá honum.
Nguyen varð funnin deyður hósmorgunin 10. novembur.
– Gerningsfólkini tóku alt frá honum. Øll kort hansara vórðu brúkt um 4-tíðina um morgunin, sigur systurin.
– Vit halda at talan var um fleiri gerningspersónar, og at kvinnan hann hitti á Tinder var brúkt til at lokka hann, sigur hon.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo