Hebron, Siloa og Filadelfia: Árliga páskastevnan hjá Hebron í Leirvík, Filadelfia í Gøtu og Siloa í Fuglafirði verður í ár hildin í Hebron í Leirvík og í Ítróttarhøllini á Kambsdali.
Heitið á stevnuni er: “Gud enn á trónuni er”. Vit gleða okkum at hoyra meira um hetta evnið bæði í talu og sangi saman við nýggjum og kendum andlitum.
Møtini vera frá skírisdegi 28. mars til páskadag 31. mars. Øll møtini verða stroymd.
Skírisdag og langafríggjadag verða møtini í Hebron, Leirvík, kl. 18.
Langafríggjadag kl. 21 verður ungdómsmøti í Hebron.
Leygardagin verða forvitnisligir áhugatímar í Hebron kl. 15 og endurtiknir kl. 16 við drekkamunni ímillum. Møguleiki er at velja tveir tímar.
Leygarkvøldið kl. 20 verður møti í høllini á Kambsdali og ungdómsmøti kl. 22.
Páskadag verður familjumøti kl. 12 og møti við breyðbróting kl. 14 í høllini á Kambsdali.
Máltíð verður millum møtini kl. 13.15.
Kl. 14 verður eisini sunnudagsskúli á Miðnámi á Kambsdali.
Endað verður páskakvøld kl. 19 við sangmøti við Randi og Símun Hansen í høllini á Kambsdali.
Skráin sæst á facebook síðunum hjá Hebron, Siloa og Filadelfia.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo