Tær tríggjar samkomurnar Hebron í Leirvík, Filadelfia í Gøtu og Siloa í Fuglafirði skipa fyri møtunum, sum verða frá skírisdegi 14. apríl til páskadag 17. apríl. Øll møtini verða stroymd.
Heitið á stevnuni er ”Samkoman, hon er tað verd!”
Møtini skírisdag og langafríggjadag verða í Siloa kl. 18.
Langafríggjadag kl. 21 verður ungdómsmøti í Siloa.
Leygardagin verður farið á Kambsdal.
Kl. 15 verða forvitnisligir áhugatímar á Miðnámi á Kambsdali. Tímarnir verða kl. 15 og endurtiknir kl. 16 við drekkamunni ímillum. Møguleiki er at velja tveir tímar.
Um kvøldið kl. 20 verður møti í høllini á Kambsdali og ungdómsmøti kl. 22.
Páskadag verður familjumøti kl. 12 og møti við breyðbróting kl. 14 í høllini á Kambsdali.
Máltíð verður millum møtini kl. 13.15.
Kl. 14 verður eisini sunnudagsskúli á Miðnámi á Kambsdali.
Endað verður páskakvøld kl. 19 við konsert við Mariu á Lakjuni og LOT í høllini á Kambsdali.
Skráin sæst á www.hebronleirvik.org og á Facebook síðunum hjá Hebron, Siloa og Filadelfia.
Nærri kunning um skránna sæst: trýst her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo