Fríkirkjan Oasan: Aftur í ár ynskir Fríkirkjan Oasan at bjóða til páskastevnu, sum verður í døgunum 14.-18. apríl.
Skipað verður fyri tiltøkum, sum eru viðkomandi fyri fólk í øllum aldri, og til hvørt møti verður umframt tala, eisini sangframførsla við einstaklingum ella bólkum ymsa staðni frá. Millum tey sum fara at luttaka við sangi kunnu nevnast Bárður á Lakjuni, Magni Christiansen, Anton Liljedahl og Joy Johannesen.
Lovsangsbólkar úr Oasuni og úr ymiskum øðrum samkomum kring landið viðvirka eisini til møtini.
Høvuðstalarar verða Rachel og Gordon Hickson úr Onglandi. Rachel og Gordon hava mangan áður verið í Føroyum og boðað gleðiboðskapin, og hava tey sera góð evni at bera viðkomandi boðskap fram á ein lætt skiljandi hátt. Teirra talur verða tulkaðar til føroyskt.
Kvøldmøtini verða skírhóskvøld, langa fríggjakvøld og páskakvøld kl. 19.00, og meðan kvøldmøtini eru, verður skipað fyri spennandi barnamøtum fyri tey smærru í nýggju hølunum hjá Oasuni.
Morgunmøtini verða langa fríggjadag, páskadag og 2. páskadag kl 10.30.
Leygarkvøldið kl. 20.00 verður skipað fyri ungdómsmøti, har Tom Jacobsen kemur at tala, og aftaná verður lovsangskvøld kl. 22.00 við limum úr TeenStreet bólkinum.
Bygningurin á Kirkjustræti 4. er júst umvældur, og eisini er nýggjur bygningur bygdur uppí, og er hetta sostatt eitt sera gott høvið hjá fólki at koma á gátt, og síggja tey nýggju og góðu hølini hjá samkomuni.
Fullfíggjað skrá og kunning um m.a. spennandi ”Grund-café” er at finna á www.oasan.fo ella á FaceBook-vanganum hjá Fríkirkjan Oasan.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo