Vit síggja nú hvussu kristin tulka krossin sum ein hevur tosað um í seinastuni. Jesus frelsti heimin frá synd við at krossfesta seg sjálvan. Hann reis upp frá deyðum aftaná. Tað var eisini tað sum krossurin ímyndaði í kirkjusøguni hvar søgan um Ádam og Evu ofta sæst í listini í miðøldini ma. hjá Hans Holbein yngra. Jesus frelsti okkum frá syndafallinum. Altso í greinum sosum “Uppreisn Jesu er nútíð í 2021”, av Jógvan Fríðriksson, “Páskaevangeliið”, av John S. Myllhamar ella í “Krossurin á Høganesi”, av Dánial Gaardlykke o.s.fr. Eisini hevur krossmerkið veitrað her og klokkur ljóðað. Hendan lýsingin av krossinum tykist undurfull men er ikki lýtaleys, heldur ikki annað sum mong trúgva í Bíbilbeltinum. Ein er jú staddur í tí. Hagtøl vístu, at falsvísindi er nokso fjølment í Eysturoynni og Norðoyggjum, hvar uml. 62 % ikki trúgva á menningarlæruna. Hví tað? Jú, samstundis vístu hagtølini, í sendingini Gud signi Føroyar, at uml. 44 % í Bíbilbeltinum vóru tað sum vit kalla “bíbilfundamentalistar”. So kanst tú rokna tað út, uml. 18000 fólk búgva í økinum tils. Hesi trúðu: "Bíblian er Guds fullkomna orð til mannaættina. Tað vil siga, at Bíblian er okkara vegvísari í øllum lívsins viðurskiftum." Meginparturin av hinum trúðu so eisini, at Bíblian var Guds orð men, at hon skuldi tulkast. So tað er sannlíkt, at skapanarsøgan ger fólk í ørviti, men eisini haldi eg, at bíbilska lýsingin av Jesu deyða, ger fólk í ørviti.
Uppreisnir “upp” í rúmdina?
Tá ið vit hyggja ígjøgnum google earth ella satelittar at jørðini, so síggja vit bert ymisk djór og ymiskt sum tey hava skapt. Ein nokso stór avbjóðing hjá guðfrøði er, at onki av tí kann kannast tí, tað eru ongar verur at kanna. Tær finnast bert í tekstunum. So tá ið Myllhamar skrivaði, at tílíkt snúði seg um okkurt ósjónligt, so er tað satt, men hvussu skal ein skyna á ósjónligum og óverandi? Tað er jú at viðurkenna, at tílíkt er líka óvist sum tað óverandi td. ein ósjónligur bilur. Men trúðu tey í Bíbliuni annars altíð, at guðfrøði bert snúði seg um okkurt ósjónligt? Nei longu fyrst í Bíbliuni síggja vit, at Guð gekk í Edens hava sum hevði kerubar og fanst onkunstaðni í miðeystri. Vit lesa eisini um eitt hválv yvir jørðini og, at Guð búði yvir hesum hválvinum. Í Apos 1 stendur eisini, at ein fysiskur Jesus fór flúgvandi upp í himmalin. Hann skuldi so koma aftur frá honum, onkunstaðni yvir skýggjunum. Ein hevur hvørki funnið Edens Hava og kerubarnar, nakran himmal ella hválv yvir okkum ella sæð nakran Guð ella Jesus yvir okkum. Viðv. Jesu himmalsferð so stóð í Apos 1: “ Og tá ið hann hevði sagt hetta, varð hann upp tikin, so teir sóu tað, og eitt skýggj tók hann burtur úr eygum teirra. v10 Og sum teir stardu upp til himmals, í tí hann fór burtur, sí, tá stóðu tveir menn hjá teimum í hvítum klæðum, v11 og teir søgdu: «Tit Galileumenn, hví standa tit og hyggja upp til himmals? Hesin Jesus, sum er upp tikin frá tykkum til himmals, skal koma aftur á sama hátt, sum tit sóu hann fara til himmals.” Í dag vita vit í mun til fólk tá á døgum, at onki líkn. er yvir skíggjunum uttan altjóða rúmdarstøðin. Rúmdarkappingin byrjaði ímillum USA og Sovjetsamfeldið í 1950´unum og hendan rúmdarstøðin kom í ár 2000. Tílíkt sosum brillur, kikarar ogmikroskop funnust heldur ikki á Jesu døgum. Tey høvdu tí ikki fortreytir fyri, at kunna vita nakað um rúmdina og alheimin. Tey “trúðu”, at ein himmal var yvir teimum men í dag vita vit, at ongin er. Annars vóru heldur ongir rúmdarbúnar tá á døgum. Um eitt menniskja endar uttanfyri atmosferuni so sigst, at tað frystur, kvalist aftaná uml. 15 sekund og at tað so næstan endar sum eitt big bang. So tað er eisini ógvuliga undurfult, um handverkarin Jesus kundi ferðast út í rúmdina uttan nakran rúmdarbúna og vera onkunstaðni har í 2000 ár. Trupuleikin er, at ongin hevur heldur sæð hann ella einglar har. Hendan rúmdarstøðin hevur ferðast 16 ferðir um døgnið runt um jørðina síðani ár 2000. Tað eru fleiri milliónir kilometrar til Venus ella Mars, okkara grannar.
Trupulleikar við Nýggja Testamenti
Søguliga sæð nevna ongar jødiskar ella rómverskar keldur uttanfyri NT tey yvirnátúrligu uppáhaldini í smb. við krossfestingina og sonevndu uppreisnina og ymiskt annað sum tey søgdu, hendi aftaná. Nei ein sum gjørdi tað, sonevnda Testamonium Flavianum hjá jødiska søguskrivaranum Josefus, var eitt kristiligt falsum sum kristin løgdu avtrat ritum hansara fyri, at gera teira uppáhald meir eyðsýnd. Tey uppdiktaðu eisini rómverskar tekstir sum skuldu gera NT meir eyðsýnt tá ið tey uppdiktaðu sonevnda Acts of Pilate. Ja tað endaði í grundini við tí upprunaligt, at Pilatus varð umvendur til Jesus og so fór at missionera fyri elituni í Rómverjaríkinum, sambært hesum ritinum. Men tað var eisini eitt falsum. So trupuleikin er, at ongar óheftar keldur staðfesta tey yvirnátúrligu uppáhaldini í smb. við krossfestingina, sonevndu uppreisnina og sjónsøgurnar.
Bæði í NT og jødiskum og rómverskum keldum síggja vit tó, at tey upplivdu mótstøðu frá mongum. Vit lesa, at leiðarin varð krossfestur og Stefanus, Pætur, Paulus, Jákup og mong onnur antin tikin av døgum ella forfylgd. Her er altso eitt ósamsvar ímillum sera undurfullu uppáhaldini í NT og søguliga veruleikan. Myndugleikarnir sum vóru við til at døma Jesus “í Jerusalem”, hvar øll undrini í smb. við krossfestingina og grøvina fóru fram sambært NT, hildu bert áfram við, at forfylgja teimum kristnu beint aftaná sum um, at onki undurfult var hent í Jerusalem. Her er bara okkurt sum als ikki er samanhangandi. Eg nevndi falsum sum kristin uppdiktaðu fyri, at kunna staðfesta uppáhaldini við óheftum keldum, men Matteusevangelium royndi eisini at burturforklára trupuleikan við at siga, at jødiskir myndugleikar rindaðu vaktarmonnum pening fyri at lúgva um tað undurfulla sum teir upplivdu. Teir fóru so og søgdu: lærusveinarnir stjólu Jesus! (Matt 28, 11f.) Onkur kristin burturforkláraðu tað, at jødar og rómverjar í Jerusalem ikki trúðu, við eini konspiratiónsteori uml. Ár 80. Markus er elsti evangelisturin í NT og hann og alt NT annars, gloymdi at nevna ta søguna.
Í veruleikanum snúði hettar seg um eina hending at samlíkna við, tá ið onkur fóru í gouillotinuna, elektriska stólin ella hongdust. Jóhannusevangelium forkláraði hendingina útfrá offurkultini hvar ein ma. ofraði lomb, men eisini jødar og rómverjar ofraðu men, tey ofraðu í “offurkultini”. Teir ofraðu ikki Jesus fyri heimsins synd men revsaðu Jesus sum ein brotsmann. Tað sum hendi hevði søguliga sæð onki við offurkultina at gera. Tað ber annars ikki til at trúgva, at brotsmenn frelstu allan heimin uttan so, at ein hevur eitt ógvuliga ófornuftugt fatanargrundarlag. Visti tú, at tey tulkaðu profetar skeivt sosum Jes 53 sum tey forkláraðu krossfestingina við og, at Jesaja heldur ikki forkláraði hendingar fornuftugt? Skulu vit í dag eisini lýsa ræðuleikar ymsa staðni sum revsingar fyri synd sum Jesaja gjørdi? Skulu vit siga um lond sum onnur lond kríggjast ímóti, at Guð brúkar nú eitt revsingaramboð fyri at revsa tey fyri teirra syndir? Soleiðis forkláraði Jesaja líðandi Ísrael um tað mundið tá ið tey vóru í útlegd í Babylon í 6 øld f.o.t. Tey kristnu tulkaðu Jesaja framtíðarligt óheft av søguliga samanhanginum so tey søgdu, at Jesaja í veruleikanum sipaði til Jesus í Jes 53.
Visti tú, at Immanuel í Jes 7 heldur ikki sipaði til Jesus og, at tað ikki er so eyðsýnt, at ein profetur kundi vita tílíkt 700 ár áðrenn Jesus føddist? Men hyggja vit bara í Jes 7 so snúði tað seg um onkran sum skuldi føðast í smb. við Syrisk-efraimitiska kríggið undir Ákaz í 8 øld f.o.t. Visti tú, at syndafalsmytan, søgan um Ádam og Evu, mest sannlíkt er falstíðindi ma. tí, at hon stendur í eini bíbilskari tíðarrøð, hvar alt er 6000 ár? Visti tú, at offurkult snúði seg um, at ofra alt møguligt til yvirnátúrligar verur fyri, at fáa hjálp frá teimum? Aztekarnir ofraðu rúgvuvís av menniskjum men uttan at tað hjálpti nakað. Visti tú, at kongurin (Messias) sum fólk væntaðu hevði eina bakrund í eini skipan sum ørkymlaði sangarin Kim Larsen sála? Hann dámdi jú ikki monarkiið í Danmark. Vit hava jú ikki kongadømi “í hásætinum” longur her á leiðini men fólkaræði. Fólk væntaðu tílíkt vegna tað, at tey trúðu á spámenn sum ikki kann sigast at vera nakar fornuftigur vitanarvegur. Visti tú, at dómadagurin sum tey væntaðu ongantíð kom? Ongin menniskjusonur, onki ríkið, ongar uppreisnir, ongin Jesus? Tey komu so við svarum uppá trupuleikan sum eru ógvuliga yvasom og kunnu fatast sum burturforkláringar av teirra følsku vónum. Kanska var ein dagur sum túsund hjá Guði, kanska skuldi ein glatunar sonur koma áðrenn, kanska skuldi ein missionera fyri øllum heiminum áðrenn og í tí sum kanska er yngsta ritið í NT, Opinberingini, síggja vit so, at Øtuliga Nógv nú skuldi henda áðrenn!
Tað finnast so eisini nokso stórar avbjóðingar við lýsingini av Krossinum. Samanber Mk 15, 38f. við Matt 27, 51f. Mk er mest sannlíkt elsti evangelisturin og Matt brúkti Markus. Ja vit síggja beinleiðis, at Matt fyrst endurgevur frá Markus í v. 51 men at hann so leggur søgur avtrat Markus sum heldur ikki finnast aðrastaðni í NT:
Mk 15, 38f. (uml. Ár 70 e.o.t.) v38 Og forhangið í templinum skrædnaði í tvey, úr erva og líka niður ígjøgnum. v39 Men tá ið herhøvdingin, sum stóð har hjá, beint yvir av honum, sá, at hann gav upp andan á slíkan hátt, segði hann: «Sanniliga var hesin maður sonur Guðs!» Matt 27, 51f. (uml. Ár 80) v51 Og sí, forhangið í templinum skrædnaði í tvey úr erva og líka niður ígjøgnum, og jørðin skalv og fjøllini klovnaðu, v52 og gravirnar opnaðust, og mong likam av teimum heilagu, sum farin vóru til hvílu, risu upp; v53 og tey gingu út úr grøvunum aftan á uppreisn hansara og fóru inn í hin heilaga staðin og sýndu seg fyri mongum. v54 Men tá ið høvuðsmaðurin og teir, sum saman við honum hildu vakt yvir Jesusi, sóu landskjálvtan og tað, ið til barst, vórðu teir ógvuliga ræddir og søgdu: «Sanniliga var hesin sonur Guðs!»
Matt 27 tykist at skrøgga meir um krossin enn eldri Markus. Eitt annað dømi er tóma grøvin hvar ein eisini sær, at tey uppfunnu søgur. Les fyrst Mk 16 og samanber so við Matt 28. Seinra grøvsøgan tykist at skrøgga meir enn eldri Markus:
Mk 16, 1f. (uml. Ár 70 e.o.t.) v1 Og tá ið hvíludagurin var farin, keyptu Maria Magdalena og Maria, móðir Jákups, og Salóme vælangandi smyrsl fyri at fara at salva hann. v2 Og reiðuliga árla á morgni hin fyrsta dagin í vikuni koma tær til grøvina, um sólarris. v3 Og tær søgdu hvør við aðra: «Hvør skal velta okkum steinin burtur frá gravarmunnanum?» v4 Og tá ið tær hugdu upp, vórðu tær varar við, at steinurin var veltur frá, tí at hann var ógvuliga stórur. v5 Og tær fóru inn í grøvina og sóu ein ungan mann sitandi høgrumegin í síðum, hvítum klæðum, og tær ræddust. v6 Men hann sigur við tær: «Ræðist ikki! Matt 28, 1f. (uml. Ár 80) v1 Men eftir hvíludagin, tá ið tók at lýsa av fyrsta degi í vikuni, komu Maria Magdalena og hin Maria út at hyggja eftir grøvini. v2 Og sí, tá varð landskjálvti mikil, tí at eingil Harrans kom niður av himli og steig fram og velti steinin frá og setti seg á hann. v3 Men útsjón hansara var sum snarljós, og klæði hansara hvít sum fonn. v4 Men vaktarmenninir skulvu av ræðslu fyri honum og vórðu sum deyðir. v5 Men eingilin tók til máls og segði við kvinnurnar: «Tit mega ikki ræðast!
Her eru aðrir spurningar sum koma tá ið vit lesa hesi brotini. Hvussu nógvar kvinnur komu til grøvina? Hvat sóðu tær í grøvini? Var talan um ein herhøvdinga ella eisini um vaktir sum upplivdu tílíkt? Bert í hesum brotunum síggja vit, at tey heldur ikki eru einmælt um tað. Tað finnast eisini tvær mótstríðandi føðisøgur í Lk og Matt men ongin í elsta evangeliinum. Kristin løgdu sjónsøgur t.e. tá ið fólk sóðu Jesus aftaná sonevndu uppreisnina, avtrat Mk og Joh aftaná, at teir skrivaðu (Mk 16, 9f. og Joh 21). Lukasevangelium førdi Jesu ættartalvu aftur til Ádam, aftur til fake news. Ein kundi nevnt annað, men tílíkt fortelur einum, at bíbilska lýsingin av Jesusi ma. hansara deyða, mest sannlíkt er fake news og nú ætla onkur, at gera ein 17 metrar høgan kross av hesum.
Rógvi M. Olsen
Sjómaður
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo