Meinigheitshúsið: Eftir at øll tiltøk, sum landsstýrið hevur sett í verk fyri at basa koronasmittuni, halda fram til eftir páskir, hevur leiðslan í Meinigheitshúsinum í Tórshavn avgjørt at avlýsa øll møtir á páskum.
Ætlanini var at skipa fyri serligum páskadøgum, har Erik Nielsen, trúboðari í Danmark, skuldi koma at tala. Hesi tiltøk eru so avlýst, og tað eru øll onnur tiltøk í Meinigheitshúsinum eisini inntil víðari.
Lýst verður aftur, tá gongd kemur aftur í nógva virksemi í húsinum. Vit gleða okkum at samlast aftur og fáa gongd aftur á okkara fjølbroytta virksemi, sigur leiðslan í meinigheitini. Inntil tá ynskja vit øllum føroyingum Guds signing í hesi serligu tíð, við bøn um verju yvir okkara land og fólk.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo