Partrolarin er nýggj føroysk deyting-síða, sum sigur seg hava samband við fleiri aðrar deyting-síður í øllum Europa, og lond í øllum heiminum.
Sambært deyting-síðuni, stendur at lesa, at "Partrolarin hevur samband við dating síður í grannalondum í Evropa, og onnur lond í øllum heiminum. Tað gevur tær henda framúrskarandi møguleikan at møta útlendingum, sum ynskja at møta føroyskum støkum – alt hetta, bert við at brúka hesa dating síðuna. Partrolarin kann seta teg í samband við støk yvir alt Føroyar, men eisini úr Danmark, Íslandi, Stóra Bretlandi, Svøríki, Noregi, Týsklandi og sjálvt úr Asia," verður sagt.
Tað er bert teksturin á forsíðuni sum er á føroyskum, annars er teksturin á donskum og enskum.
Sambært heimasíðuni, so er talan um eitt sveisiskt felag, White Label Dating Provider & Dating Factory, sum rekur deyting-síðuna, og verður sagt, at tínir upplýsingar, um tú stovnar ein profil, verða vardir "trygt í okkara svaisisku fyritøku". ( orðið "svaisisku" sum tað stendur, skal helst vera sveisisku )
Á deyting-síðuni stendur eisini eitt annað løgið orð, tá ið skrivað verður, at "fólk í nærhendisumhvørvinum síggja einans tað, tú velur at upplýsa á tí almenna vanganum."
Trýstur tú á danskan tekst, so eru 6230 brúkarar online, men skiftur tú so til enskan tekst, so er brúkaratalið 6229, og onkuntíð eisini øvut.
Deytingsíðan sæst - trýst her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo