Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eg havi fyrr hoyrt, at tað verður ikki longi til partrolaraflotin verður lagdur. Í dag hoyrdi eg, at flotin verður lagdur um fáar vikur.

Fíggjarliga gongur ikki væl, og tí er væl hugsandi, at tað er meira enn leysatíðindir.

Tí ein viðmerking í hesum sambandi.

Rættuliga nógvar upsaleiðir eru stongdar og tað viðførdi stórar trupulleikar. Seinasta ár opnaðu nøkur økir, men afturfyri bleiv rist kravd í trolið.

Eg haldi at tað var rætt at opna økir og tað skuldi verið gjørt, uttan at kravt rist í trolið. Somuleiðis meti eg, at tað kann verða skilagott at hyggja eftir minstamátinum.

Tað er ikki vist tað er skilagott at fiska smátt, men tað er heldur ikki vist, at tað er skilagott at lata verða við at fiska smátt og tí ikki kunna fiska tað sum stendur mát.

Tað er eisini galdandi at upsi veksur ymiskt frá ári til ár og 4 ára gamal kann verða frá 50-60 centimetrar. Veksur hann seint, er tað tí nógv er til og lítið at eta og so er tað betri at fiska meira.

Friða uttan úrslit
Formilin hjá ICES sigur, at friða vit, so veksur stovnurin. Men har vit hava friðað, endar alt sum oyðimørk.

Minsta mát á upsa í Føroyum er 55 cm. Aðrastaðni er tað 30-40 cm. Vit friða økir, har upsi smærri enn 55 cm er at fáa.

Í PHD ritgerðini hjá Eyðnu í Homrum, lesa vit, at upsi, sum er 40-50 cm heldur til á sama øki sum upsi sum er 50-60 cm.

Tí verður trupult at friða økir, uttan eisini at friða fisk sum er størri enn galdandi minstamát. Tað merkir, at vit reka skip av góðum fiskileiðum út á vánaligar fiskileiðir.

Tað er vanliga munur millum konkurs og at yvirliva.

##med2##

Ber ikki til at goyma fiskin í sjónum
Onkur heldur kanska, at so er bara at bíða og fiska stóran upsa. Men tað ber heldur ikki til.

Merkiroyndir vísa, at trivaligur partur (25-30%) av stórum upsa sum er merktur í Føroyum er fiskaður aftur í Íslandi.

Seinastu merkingarnar í 1991 og í 1975/76 vóru 47% og 50% av merkta upsanum fiskaði undir Íslandi. Tí ber ikki til at goyma upsan.

##med3##

Summi trúgva uppá rist og tí kom rist, Men vit gjørdu royndir í 2013/14 við rist. Og tað var ikki nakað gott úrslit.

##med4##

Vit síggja, at nógvur fiskur fer út gjøgnum ristina. Ristin í hesari roynd var úr stáli. Ristin trolarar brúka í dag er úr bleytum tilfari, sum gevur seg fleiri millimetrar.

Harumframt er galdandi, at tað er ikki longdin men hvussu tjúkkur fiskurin er, sum avgerð, um hann fer út ígjøgnum ristina.

Hetta gongur tí als ikki.

Stórur munur á longd
Annars er at siga, at tað er ójavnt hvussu langur ein 3 ella 4 ára gamal upsi er.

Við at brúka ein K-faktur, sum er nær 1,00 ber til at siga, at teir størstu 4 ára gomlu eru 61 cm og teir minstu eru 51cm.

Diameturin um miðjuna verður avgjørdur av hvussu nógv føði er í árinum.

##med5##

Støðan er kritisk
Eg tosi við nógv fólk millum ár og dag. Út frá tí og út frá tí eg havi granskað og lisið um fisk og upsa vóni eg, at fiskimálaráðharrin avtekur kravið um rist.

Somuleiðis eigur hann at hyggja eftir kunngerðini um minstamát.

Tá onnur fiska smærri upsa enn vit og stóri upsin flytur til Íslands og verður fiskaður har, er orsøk at hyggja nærri eftir hesum eisini.

Alternativið er at skip og virkir stongja.

Sjálvandi veit eg, at landsstýrismaðurin meira ella minni er læstur av Havstovuni og embatisfólk í fiskimálaráðnum fyrr starvaðust á Havstovuni. 

Men tað eg havi hoyrt, er, at tað skal okkurt rættuliga alvorligt henda rættuliga skjótt.

Eivind Jacobsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo