Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vit eiga ikki at byggja nýtt fyri at økja um bilferðsluna í miðbýnum.

Hinvegin eiga vit at skipa miðbýin við tí fyri eyga at skapa lív, spæl, rørslu, hugna og góðan dám fyri vitjandi og familjur, ið har búgva.

Eitt parkeringshús í miðbýnum økir munandi um bilferðsluna í miðbýnum, køvir trivnaðin og hoyrir tí ikki einum miðbýi til.

Harnæst verður parkeringstrupulleikin lítið loystur av at útvega fleiri parkeringspláss.

Bilatalið í býnum er longu alt ov høgt og økist enn, og tess meira vit skipa býin eftir eini øktari bilnýtslu, tess fleiri bilar fáa vit.

Tá eiga vit heldur at skipa miðbýin við hugna og sosialari samveru fyri eyga og veruliga raðfesta bleyta og kollektiva ferðslu, soleiðis at hon gerst eitt enn meir álítandi og trygt alternativ til bilin og harvið minka munandi um útlátið av vakstrarhúsgassum og talið av bilum.

Parkerings- og ferðslupolitikkur er veðurlagspolitikkur
Útlátið av vakstrarhúsgassum frá ferðslu er munandi hægri í nýggjum býum enn í eldri býum, og hetta kemst av, at teir nýggju býirnir eru skipaðir fyri at rúma nógva bilferðslu.

Nógva bilferðslan hevur eisini við sær luftdálking, mistrivnað og tóm býarrúm við ov lítið av hugna og góðum dámi.

Hetta er ikki nakað, sum vit ynskja skal ímynda okkara miðbý!

Tað eru avleiðingar sum hesar, ið hava fingið Oslo, Reykjavík og Tromsø v. fl. til at minka um talið av bilum í býnum – men í Havn gera vit beint tað øvugta!

Umframt upphiting til hús, er ferðsla eitt lyklaøki, tá tað kemur til at røkka einum null-útláti í býum, og tí eiga vit at vera serliga umhugsin, tá umræður ferðslu- og parkeringspolitikk.

Vit eiga at bróta upp úr nýggjum fyri at økja um kollektivu og bleytu ferðsluna, minka um bilatalið og harvið skapa eina nýggja skynsamari ferðslumentan.

Bussleiðin skal koyra oftari, og málið skal vera, at buss-, gongu- og súkkluleiðirnar eru so mikið nøktandi, tryggar og álítandi, at fólk lata bilin standa.

Kommunan eigur at kanna møguleikan við deilibilum og deilisúkklum, umframt at heimild má fáast frá landsstýrinum at seta gjald á parkering.

Vóru færri bilar, høvdu fleiri foreldur eisini torað at loyvt børnum sínum at súkkla í skúla og til frítíðarítriv, og slík átøk kunnu tí seta gongd í ein positivan spiral.

Býráðssamgongan byggir bý fyri bilar, men alternativið er skilabetri
Eg eri fullvís í, at fólk høvdu verið glaðari, um vit minkaðu um ferðsluna í miðbýnum.

Bæði tey, ið veruliga hava tørv á at nýta bilin, og somuleiðis tey, ið ganga ella súkkla.

Tað er stórur munur á at koma til arbeiðis um morgunin, tá tú á leiðini hevur sagt góðan morgun nakrar ferðir við fólk, tú møtir ávegis til arbeiðis og hevur fingið fríska luft.

Og ikki um at tala hinar ágóðarnar afturat, nevniliga at bøta um heilsuna, vælveruna og útlátið.

Elsa Berg, býráðslimur í Tórshavnar kommunu

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo